Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Spillivatn á breddan

Allar kommunur skulu innan 1. januar 2011 leggja eina spillivatnsætlan til Umhvørvisstovuna til góðkenningar

Í nýggju spillivatnskunngerðini er 1. januar 2015 sett sum tíðarfreistin fyri, at allar spillivatnskipanir skulu vera komnar í rættlag. Hetta merkir, at allar kommunur mugu nú raðfesta spillivatnsøkið høgt soleiðis at ásetingarnar í kunngerðini verða loknar innan 1. januar 2015. Nakrar av ásetingunum eru m.a. at spillivatn ikki longur má leiðast út í løkir, áir, veitir, vøtn, fjøru o.tíl., men skal ístaðin leiðast í afturlatnum skipanum út í rúman sjógv, har vatnsskiftið er so stórt, at útleiðingin ikki dálkar ella hevur ampa við sær.

Spillivatnsætlan latast Umhvørvisstovuni til góðkenningar innan 1. Januar 2011
Fyri at tryggja, at allar spillivatnskipanir, útleiðingar o.a. eru sambært ásetingunum í kunngerðini, skulu allar kommunur innan 1. januar 2011 senda eina spillivatnsætlan til Umhvørvisstovuna til góðkenningar.
Spillivatnsætlanin er rættiliga umfatandi við tekniskum, fyristitingarligum og umhvørvisligum innihaldi. Tí hevur Umhvørvisstovan sent øllum kommunum eitt skriv, har víst verður á, at tað er av stórum týdningi at kommunur, sum enn ikki eru farnar undir at gera eina spillivatnsætlan, seta hetta arbeiði í gongd sum skjótast, so ætlanin kann sendast Umhvørvisstovuni innan 1. januar 2011.

Krøv og vegleiðing til gerð av spillivatnsætlan

Í kunngerðini stendur hvørji krøv eru til spillivatnsskipanir, útleiðingar o.a., og hvørjar upplýsingar spillivatnsætlanin skal innihalda.
Kunngerðin sæst her

Saman við spillivatnsætlanini skulu kommunurnar eisini lata inn korttilfar, ið á ein greiðan hátt vísir allar viðkomandi upplýsingar um verandi og ætlaðar spillivatnsskipanir. Korttilfarið skal vera sambært vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni og talgilt.
Vegleiðing til gerð av korttilfari sæst her

Hvussu spillivatnsætlanin verður skipað er upp til tí einstaku kommununa, men skal hon innihalda allar upplýsingarnar, ið eru nevndar í § 6 í kunngerðini, og skal hon lúka krøvini í §§ 8-13 um spillivatnsskipanir, útleiðingar o.a.
Dømi um hvussu ein spillivatnsætlan kann skipast

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo