Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sørvágur og Skopun góðkendar spillivatnsætlanir

Umhvørvisstovan hevur nú góðkent spillivatnsætlanirnar hjá Sørvágs og Skopunar kommunum.

Tað vil siga, at ætlanirnar lúka ásetingarnar í §§ 8-13 í spillivatnskunngerðini. Tað merkir, at ætlanirnar fevna um spillivatn frá øllum húsarhaldum, virkjum og virksemi í kommununi, og at  spillivatnið, sambært ætlanini, verður reinsað, og leitt gjøgnum lokaða skipan beinleiðis á sjógv við góðum vatnskifti, og at spillivatnsskipanin verður liðug innan 1. januar 2015.

Nú er sostatt bara ein spillivatnsætlan, sum enn er til viðgerðar. Tað er ætlanin hjá Vága kommunu.
26 kommunur hava fingið spillivatnsætlanirnar góðkendar, meðan ætlanirnar hjá trimum kommunum kunnu ikki góðkennast, tí at kommunurnar ikki halda tíðarfreistina fyri, nær spillivatnsskipanirnar skulu vera lidnar. Tað eru Klaksvíkar, Sands og Runavíkar kommunur, ið siga seg ikki vera førar fyri, at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag fyrr enn ávikavist í 2020, 2025 og 2030.
 

Góðkendu ætlanirnar liggja alment frammi á Umhvørvisstovuni. 

Góðkenningarskrivini síggjast her

Almenna lýsingin av spillivatnsætlanunum síggjast her

Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir her

 

Góðkenningar kunnu kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra eina góðkenning til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.  Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 8. januar 2014.

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo