Sólorkuskipan í Sumba
SEV ætlar at hava eina royndarverkætlan at framleiða ravmagn úr sólorku á fótbóltsvøllinum í Sumba í tvey ár. Talan er um tíggju sólorkueindir, sum eru umleið 1.270 m2 tilsamans.
SEV roknar við, at sólorkustøðin fer at framleiða 160 MWh um árið. Tað svarar til 32 húski og lækkar CO2 útlátið við umleið 110 tonsum um árið. Ongar broytingar verða gjørdar á vøllinum ella økinum kring vøllin, og einki endurskin (reflektión) skal verða frá sólorkustøðini.
Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina við ávísum treytum.
- Umhvørvisárinsmetingina finnur tú her
- Góðkenningarskivið er her
- Almennu kunngerðina um góðkenning av umhvørvisárinsmetingini finnur tú her. Har finnur tú eisini kæruvegleiðingina.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo