Søk um verkætlanarstuðul
Freistin at søkja verkætlanarstuðul er 1. juli 2010 frá norðurlendska arbeiðsbólkinum AEG. Stuðulin verður veittur fyri 2011
Í 2011 hevur AEG arbeiðsbólkurin raðfest verkætlanir innan fylgjandi økir:
• Vistskipanarliga fyrisiting
• Ovurtaðing
• Umhvørviseitur í havinum
• Lívfrøðiligt margfeldi
Les meiri um raðfestingar fyri 2011 á her
Mannagongdir at søkja um verkætlanarstuðul er fylgjandi:
1. Far inn á heimasíðuna hjá AEG
2. Trýst á “Støtte fra Arbeidsgruppen for Akvatiska Ekosystem” á vinstru síðu
3. Trýst á “Søk støtte” á vinstru síðu
4. Trýst á slóðina “Elektroniska ansökningsportal”
5. Vel “Akvatiska Ekosystemgruppen”
6. Upplýs teldupost fyri at fáa logg-in og loyniorð
7. Útfyll teldutøka umsóknarblaðið
8. Goym og logga av
Um tit ivast í onkrum kunna tit seta tykkum í samband við samskiparan hjá AEG bólkinum. Hann eitur Jens Perus, teldupost: jens.perus@ely-keskus.fi , fartelefon: +358 40 529 2808
Til ber eisini at fáa meiri at vita við at venda sær til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, sum er føroyskt umboð í AEG bólkinum: teldupostur johannao@us.fo, fartelefon: 232442.