Søk stuðul til burðardygga menning í norðurlondum

Nú ber til at søkja fígging til verkætlanir í 2023, sum snúgva yvirskipað seg um burðardygga nýtslu av náttúru og at steðga missinum av lívmargfeldi umframt fyribyrging av og tillaging til veðurlagsbroytingar frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum undir Umhvørvis- og veðurlagssamstavinum hjá Norðurlanda ráðharraráðnum. Endamálið er at fremja visjón 2030 um, at Norðurlond skulu vera heimsins burðardyggasta øki við at íverkseta Samstarvsætlan fyri Umhvørvi og Veðurlag 2019-2024.
Søkjast kann um stuðul innan hesi evni:
Stuðul verður latin á hvørjum ári. Treyt fyri fígging frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum er millum annað, at verkætlanin hevur norðurlendskan áhuga og luttøku úr í minsta lagi trimum Norðurlondum.
Evstamark at søkja um fígging er týsdagin 24. mai 2022.
