Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Smoltstøðir umhvørvisgóðkendar

Umhvørvisstovan hevur hin 15. mai 2009 umhvørvisgóðkent smoltstøðirnar P/F Fiskaaling við Áir og P/F Vestlax við Gjógv.

Umhvørvisstovan hevur hin 15. mai 2009 umhvørvisgóðkent smoltstøðirnar P/F Fiskaaling við Áir og P/F Vestlax við Gjógv.

Smoltstøðirnar hava loyvisbræv til at reka smoltstøð til aling av laksi og síli og harafturat hevur P/F Fiskaaling loyvi til at reka lívfiskastøð.

Á smolt- og lívfiskastøðini við Áir byrjar framleiðslan av rogni og yngli við, at fýra ára gamal lívfiskur verður strokin. P/F Fiskaaling framleiðir rogn og yngul, sum verða seld til smoltstøðir í Føroyum. P/F Fiskaaling er byrjað at leggja størri dent á gransking og menning innan aling, meðan framleiðslan av rogni og yngli minkar í framtíðini. Á smoltstøðini við Gjógv verða rogn og yngul keypt og ald til smolt, sum verður sett út í aliringar, tá tey eru sjóbúgvin. Framleiðslutíðin á smoltstøðunum verður stýrd við hita og ljósi soleiðis, at fiskurin er sjóbúgvin, tá støðirnar á sjónum eru til reiðar  at taka ímóti smoltinum.

Í sambandi við ásetanina av treytum í umhvørvisgóðkenningini, hevur Umhvørvisstovan viðgjørt ávirkanina á umhvørvið frá smoltstøðum sum heild. Serliga vóru tað viðurskifti í sambandi við spillivatn, sum vórðu viðgjørd. Umhvørvisstovan metir tað vera umráðandi, at alt spillivatn verður leitt á sjógv við góðum vatnskifti.

Umhvørvisgóðkenningarnar síggjast her: P/F Fiskaaling við Áir, P/F Vestlax við Gjógv

Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí, at góðkenningin er almannakunngjørd. Kæran skal tó sendast til Umhvørvisstovuna, sum saman við viðkomandi skjølum, sendir hana víðari til Innlendismálaráðið.


Nærri fast at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Unu Matras, tlf. 342445, ella við at senda teldupost til us@us.fo.