Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Smoltstøðir góðkendar

Smoltstøðirnar hjá P/F Faroe Salmon á Húsum, P/F Marine Harvest Faroes á Hellunum og P/F Fútaklettur á Fútakletti fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 14. juli 2008 umhvørvisgóðkent smoltstøðirnar P/F Faroe Salmon, Húsar, P/F Marine Harvest Faroes, Hellurnar og P/F Fútaklettur á Fútakletti.
Smoltstøðirnar hava loyvisbræv til at reka smoltstøð til aling av laksi og síli.
Rogn og yngul verður keypt og ald til smolt, sum verður sett út í aliringar, tá tey eru sjóbúgvin. Framleiðslutíðin á smoltstøðunum verður við hita og ljósi stýrd soleiðis, at fiskurin er sjóbúgvin, tá støðirnar á sjónum eru klárar til at taka ímóti smoltunum.
Í samband ásetanina av treytum í umhvørvisgóðkenningini, hevur Umhvørvisstovan viðgjørt ávirkanina á umhvørvið frá smoltstøðum generelt. Serliga vóru tað viðurskifti í samband við spillivatn, sum blivu viðgjørd, og metir umhvørvisstovan tað vera umráðandi, at alt spillivatn verður leitt á sjógv við góðum vatnskifti.
Umhvørvisgóðkenningarnar síggjast her: P/F Faroe Salmon, Húsar, P/F Marine Harvest Faroes, Hellurnar og P/F Fútaklettur á Fútakletti.
Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum (Løgmálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd.
Nærri fast at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Heidi Hansen, tlf. 342443, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo