Smoltstøðin í Svínoy góðkend
Í dag, 11. oktober 2010 hevur smoltstøðin hjá P/F Smoltpro í Svínoy fingið umhvørvisgóðkenning
Eigarar av smoltstøðini eru P/F Viking Seafood og P/F Faroe Farming. Einki virksemið hevur verið síðani 2003, men fara P/F Viking Seafood og P/F Faroe Farming nú í holt við at framleiða egið smolt á smoltstøðini í Svínoy. Framleiðslan verður umleið tvær milliónir smolt um árið.
Umhvørvisstovan hevur, í sambandi við ásetanina av treytum í umhvørvisgóðkenningini, viðgjørt ávirkanina frá smoltstøðum á umhvørvið sum heild. Serliga vóru tað viðurskifti í sambandi við spillivatn, sum vórðu viðgjørd. Avgjørt varð ikki at áseta markvirði fyri spillivatn orsakað av, at vatnið í stóran mun verður endurnýtt.
Framleiðslan á smoltstøðum er avmarkað, og flestu smoltstøðirnar liggja við góðar resipientar. Umhvørvisstovan metir at tað er umráðandi, at alt spillivatn verður leitt á sjógv við góðum vatnskifti.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini hjá P/F Smoltpro er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mánadagin 1. november 2010.
Nærri fæst at vita við at ringja til Heidi Hansen, Umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo