Smoltstøðin hjá Føroya sílaveiðifelag í Havnardali umhvørvisgóðkend
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, hvar smoltið kann settast út.
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, hvar smoltið kann settast út. Orsøkin til tess er manglandi vitan um, hvørja ávirkan útsettu parr/smoltini kunnu hava á upprunaliga lívið í áum og vøtnum, bæði tá ið talan er um kapping um pláss í áunum/vøtnunum, føði, smittu og ílegudálking. Tí er ein treyt, at fiskur frá smoltstøðini einans kann setast út í Saksunarvatn, Leynavatn og Mjáuvøtn (ovara og niðara), sum øll eru vøtn, har yngul áður er sett út.
Á smoltstøðini hjá Føroya sílaveiðifelag í Havnardali ganga tveir árgangir av laksayngli/-parr, umleið 30.000 av hvørjum árgangi. Hettar merkir, at nøgdin av framleiddum smolti liggur um 30.000 stk. um árið.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her
Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 356400, spyr eftir Jóhannu Olsen ella send okkum ein teldupost us@us.fo.