Smoltstøðin á Strond umhvørvisgóðkend
Umhvørvisstovan hevur 30. januar 2018 umhvørvisgóðkent framleiðsluna av smolti á smoltstøðini norðuri á Strond. Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið, sum er knýtt at smoltstøðini.
Á smoltstøðini verða rogn, sum verða keypt frá øðrum veitara, og ald til smolt. Størsti parturin av smoltunum verða flutt beinleiðis í brunnbát og sett út í aliringar. Framleiðslan verður smolt, sum viga áleið 500 g.
Smoltstøðin hevur valt eina vatnreinsiskipan sum ger tað møguligt at endurnýta 99,7 % av vatninum, og tí fer smoltstøðin at klára seg við áleið 100 m3 av nýggjum vatni um tíman.
Ein ávís dálking kann koma frá smoltstøðum, sum stavar m.a. frá fóðri og skarni. Tí er serligur dentur lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphópan av evnum og tilfari á botni, til slóðir í sjónum ella aðrar broytingar í umhvørvinum, og at dálkingin skal avmarkast mest møguligt við at nýta bestu tøku tøknina (BAT).
Treytir eru m.a. settar um, at P/F Bakkafrost Farming ger kanningar av botninum har útleiðingin verður gjørd. Um tað vísir seg, at útleiðingin elvir til dálking sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja at bøtandi atgerðir verða gjørdar.
Eisini eru treytir settar til at virksemið ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti o.ø.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 2. mars 2018.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lenu Ziskason, telefon 342400 ella us@us.fo