Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Smoltstøðin á Norðtoftum góðkend

Smoltstøðin hjá P/F Faroe Salmon á Norðtoftum hevur nú fingið umhvørvis- góðkenning.

Smoltstøðin keypir rogn frá góðkendum rognaframleiðarum. Smoltstøðin alir rognið til yngul, og tá yngulin vigar í minsta lagi 40 gramm, verður fiskurin koppsettur. Síðani verður yngulin aldur til smolt. Í framleiðslutíðini verður fiskurin eftir tørvi viðgjørdur móti soppi við salti, formalini ella kloramini.

Vatnnýtslan hjá smoltstøðini er tengd at veðrinum. Í vátveðri verður frískt vatn brúkt, meðan í turrveðri verður umleið 95% av vatninum endurnýtt. Tað endurnýtta vatnið verður lívfrøðiliga reinsað. Dagligar mátingar verða gjørdar av vatninum, ið verður nýtt á smoltstøðini, so sum nitrit, nitrat, pH og CO2 kanningar.

Umhvørvisstovan hevur í umhvørvisgóðkenningini serliga lagt dent á, at alt spillivatn verður leitt á sjógv við góðum vatnskifti, og at kemikalii verða goymd soleiðis, at møguligt spill kann haldast aftur og savnast upp.

Umhvørvisgóðkenningin kann síggjast her

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fýra vikur frá 9. okt. 2009 tvs. innan 6. november 2009.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.