Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sleppast kann undan mestu plastdálkingini frá spreingiarbeiði

Nýggj, norðurlendsk frágreiðing sigur, at til ber at minka útlátið av plasti frá grótspreingingum við í minsta lagi 75 prosentum. Átøkini, sum eru nevnd í frágreiðingini, umfata bæði betri planlegging, so tað slepst undan at nýta plastið, og uppskot til, hvussu plastið kann savnast innaftur. Plastdálkingin stavar frá spreingileiðingum og størri plastlutum, men eisini frá mikroplasti, serliga úr armeringsplasti.

Seinastu árini er ljós kastað á plastdálkingina frá spreingiarbeiði. Nógv plast haðani endar á sjónum. Tørvur hevur verið á meiri vitan um, hvat kann gerast fyri at forða plastinum at fara á sjógv,  og hvat kann gerast til tess at minka spjaðingina, tá plast er farið á sjógv.
Norðurlendski arbeiðsbólkurin Hav og strond undir Norðurlendska Ráðharraráðnum hevur tikið stig til frágreiðingina “Plastics in the sea from blasted rock – prevention and measures”.  Dømi úr Eystur- og Sandoyartunlum eru við í frágreiðingini.

Lastbilar heldur enn flótiprámar
Í Føroyum hava serliga spreingileiðingar, sum reka upp av sjónum og enda í fjøruni, verið umrøddar. Men eisini plast, sum ikki sæst so væl, kemur frá spreingiarbeiði. Í tunlum verður plast brúkt í útgerð til sjálva spreingingina, og sum armering í sprænibetong til at klæða tunnilin. Talan er bæði um størri plastlutir og ørsmáar plastbitar (mikroplast).
Meiri plast losnar frá grótinum, tá grótið verður flutt við gleiviprámi enn tá fylt verður frá landi við lastbilum, stendur í kanningini. Tað bøtir um at nýta lastbilar í staðin. Hetta er ein roynd, sum Eysturoyar- og Sandoyartunlar hava gjørt sær. Plastið, sum fer á sjógv, er fyri ein stóran part slíkt, sum flýtur. EST hava roynt at leggja út flótandi forðingar, eins og gjørt verður at byrgja inni oljudálking, men hetta hevur ikki roynst væl. Plastið er so smátt, at tað verður lættliga skolað upp um forðingarnar.

Upp til trettan tons av plasti
Norskar metingar siga, at til hvørja spreinging í einum tunli verða 5-6 kilo av plasti nýtt. Til ein 11 km langan tunnil sum Eysturoyartunnilin verða umleið 2200 spreingingar gjørdar. Sostatt kunnu koma eini 13 tons av plastburturkasti – leiðingar, mikroplast og plast nýtt í løðingunum – burtur úr einum tunli í longd sum Eysturoyartunnilin.

Betri tøkni og planlegging
Í frágreiðingini er gjørdur ein listi yvir átøk, sum kunnu minka munandi um plastútlátið frá spreingingum. Eitt uppskot er at nýta tráðleysa, elektroniska útgerð til sjálvar spreingingarnar, heldur enn at leggja leiðingar. Hetta hevði tó verið ein dýrari loysn enn at spreingja við leiðingum, sum verður gjørt í dag. Eitt annað uppskot er at spræna vatn inni í tunlinum, eitt slag av sprinklara, so dustið, sum inniheldur mikroplast, leggur seg á tunnilsbreytina og haðani kann sílast frá, áðrenn vatnið rennur út úr tunlinum. Eitt triðja uppskot er at nýta plast, sum er tyngri enn tað, sum í dag verður nýtt, ella sum er blandað við metalli, so tað søkkur. Hetta verður hildið at vera frægari enn flótandi dálkingin, hóast tað framvegis er dálking.
Neyðugt er at nýta bæði betri planlegging og betri arbeiðshættir, um plastútlátið skal fáast niður við teimum 75 prosentunum, sum annars væl letur seg gera, stendur at lesa í frágreiðingini hjá Hav og strond-bólkinum hjá norðurlendska ráðharraráðnum. Frágreiðingin kann takast niður her