Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skúm frá algum

Umhvørvisstovan fær av og á fyrispurningar um skúm í fjøruni

Fólk, ið ganga við strendurnar um summarið, leggja ofta merkið til hvítt ella brúnligt skúm á sjónum. Umhvørvisstovan hevur spurt seg fyri og metingar siga at talan er um algur og sostatt ikki um dálking. Slím frá algum gerst til skúm tá tað brýtur eitt sindur.

Talan er sostatt um eitt natúrligt fyribrigdi, sum er heilt vandaleyst. Myndirnar eru tiknar á Hvítanesi.

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo