Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skrivstovunæmingur avlærdur

Elisabeth Petersen varð í gjár avlærd sum skrivstovufólk innan almenna fyrisiting. Lærutíðin er farin fram á tinglýsingini og landsfólkayvirlitinum, sum eru partar av virkisøkinum á Umhvørvisstovuni.

Elisabeth stóð høvðusuppgávuna við hægsta karakteri. Hon er frá í dag at rokna sett í fast starv sum skrivstovufólk á tinglýsingini og landsfólkayvirlitinum.

Umhvørvisstovan ynskir Elisabeth Petersen hjartaliga til lukku við útbúgvingini og nýggja starvinum.