Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skjótt syftir seiðir og tunga takið

Skjótt syftir seiðir og tunga takið er heiti á virkisætlan, sum vísir á eyðsýndar møguleikar at minka útlátið av veðurlagsgassi.

Føroyar eru fevndar av veðurlagssáttmálanum hjá ST, hvørs endamál er at seta tiltøk í verk at minka um útlátið av veðurlagsgassi. Føroyska útlátið hevur verið rættiliga støðugt síðani 2001, og liggur í dag umleið 11% hægri enn í 1990. Roknast kann við, at altjóða kravið um minking fram til 2020 verður millum 20 og 30% í mun til 1990. Av tí, at føroyska útlátið í dag er væl hægri enn í 1990, kunnu vit rokna við einum kravi um, at útlátið skal skerjast eini 30 til 40% í mun til í dag.

Eyðsýnir møguleikar fyri minking av CO2 útlátinum
Virkisætlanin Skjótt syftir seiðir og tunga takið vísir, at eyðsýndir møguleikar fyri minking av útlátinum eru innan flest allar útlátsbólkar. Tiltøkini, sum mælt verður til at seta í verk, eru býtt í fýra høvuðsbólkar: Sethús og aðrir bygningar, Ferðsla, Vinna og Orkuveiting.

Skjótt syftir seiðir eru tiltøk, sum kunnu fremjast í nærmastu framtíð á ein lutfallsligan lættan hátt, og sum verða mett at kunna minka munandi um útlátið av veðurlagsgassi. Tunga takið eru tiltøk, ið eru drúgvari at fremja.

Tiltøkini fevna vítt og umfata bæði tiltøk, sum beinleiðis føra til eina minking í útlátinum, men eisini um tiltøk, ið eru amboð, sum stuðla undir at fremja minkingar. Harafturat eru tiltøk, sum kunnu økja tilvitanina um orkunýtslu og orkusparingar, og tiltøk, ið kunnu geva eina økta vitan.

Minni útlát – betri búskapur
At gera Føroyar minni bundnar av olju, eitt nú við alternativum orkuskipanum og orkusparing, hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin. Skilagóðar íløgur fara at gera framleiðslukostnaðin hjá føroysku vinnuni minni tengdan at oljuprísinum. Privata húsarhaldi verður eisini minni viðbreki fyri broytingum í oljuprísinum og oljan fer at fáa minni týdning fyri føroyska handilsjavnan.

Tiltøk at minka um útlátið av veðurlagsgassi vilja tí verða virkandi til at samfelagbúskapurin við tíðini verður minni órógvaður av sveiggjum í oljuprísinum.

Felags ábyrgd
Ábyrgdin at minka um útlátið av veðurlagsgassi liggur hjá øllum, og tí eigur ætlanin at minka um útleiðing av veðurlagsgassi at umfata allar bólkar í samfelagnum. At minka um útlátið verður ikki gjørt eftir einum degi, og er tí sera umráðandi, at talan er um eina langtíðarætlan, sum byggir á eina breiða politiska semju, soleiðis at ætlanin verður fylgd hóast tað politiska landslagið broytist.

Virkisætlanin Skjótt syftir seiðir og tunga takið kann takast fram við at trýsta her

Ynskir tú at vita meira um tiltøk at minka um útláti av veðurlagsgassi, er tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342442.