Skjóta røðan um luftdálking vann
Vísindavøkan 2020 hevði eina snarrøðukapping, har granskarar fingu 150 sekund at røða um sítt evni. Súsanna Poulsen, umhvørvisevnafrøðingur, vann við røðu síni um luftkanningar í Føroyum.
“Er føroysk luft so rein sum ferðafólkini, sum keypa hana í dós, halda?” Súsanna Poulsen røddi út frá hesum spurningi í kappingini um bestu snarrøðu á Vísindavøkuni fríggjadagin 6. november. Hon greiddi skjótt frá um tær tríggjar luftmátingarstøðirnar, sum Umhvørvisstovan savnar dátur frá, og um hvørji dálkingarevni vit halda eyga við. Og kundi tíbetur eisini siga, at mátaðu nøgdirnar ongantíð enn hava nærkast altjóða ásettu markvirðunum fyri hesum evnum. Røðurnar, sum vóru fýra í tali, eru bert 150 sekund langar, og tær kunnu allar hoyrast á stroymingini frá Vísindavøkuni, sum er løgd á Youtube. Kappingin byrjar á 07:34:25, og Súsanna er at hoyra á 07:43:45.
https://www.youtube.com/watch?v=VER6jrm91uQ&t=27869s