Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skeivar fráboðanir um oljudálking

Tá oljudálkingar henda, er tað av alstórum týdningi at boða frá beinanvegin, so avleiðingarnar ikki gerast ov umfatandi

Somuleiðis er sera umráðandi, at tað er rætti myndugleikin, ið skjótast gjørligt fær boðini. Í sambandi við oljudálkingar á sjónum er rætti myndugleikin Sjóbjargingarstøðin MRCC Tórshavn, meðan Løgreglan skal hava boð um oljudálkingar á landi.

Fráboðan um oljudálking á sjónum eru ikki altíð komnar til MRCC Tórshavn, sum lógin tilskilar.  Hetta er ein trupulleiki, tí tá fáa ikki allir viðkomandi myndugleikar boðini.

Dálkarin sjálvur er oftast hann, ið fyrst varnast dálkingina. Tí skal viðkomandi, ið hevur ábyrgdina, beinanvegin boða MRCC Tórshavn frá. Í havumhvørvislógini er ásett, at allar oljudálkingar skulu fráboðast, og tað er revsivert ikki at boða frá.

Landsverk, ið frá ársskiftinum yvirtók uppgávuna í sambandi við oljubasing, og Umhvørvisstovan, heita á øll, sum gerast varug við oljudálkingar á sjónum, um beinanvegin at boða MRCC Tórshavn frá. Hetta uttan mun til, um dálkingin hendir til havs, inni við land ella inni í eini lands- ella kommunalari havn. Og ikki minst fyri at at avmarka avleiðingarnar av oljudálkingini. Eisini verða útreiðslurnar at basa dálkingini tá minni. MRCC Tórshavn boðar síðani øðrum viðkomandi myndugleikum frá.

Verður hetta ikki gjørt, gerast bæði umhvørvisligu og peningaligu avleiðingarnar av dálkingini størri, vísa Landsverk og Umhvørvisstovan á.

 

Um nakar vil vita meira um basing av oljudálking, fráboðan o.ø., kann viðkomandi venda sær til Suna Petersen, Umhvørvisstovan, tlf. 232444;  Heina Eysturoy, deildarleiðara hjá Landsverki, tlf. 290881