Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skeið um spillivatnsætlanir

Hósdagin 27. mai 2010 skipar Umhvørvisstovan fyri skeiði um kommunalar spillivatnsætlanir.

Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða við kommunalum spillivatnsætlanum og fyrisiting av spillivatni, eitt nú kommunur og ráðgevandi virki.

Sambært kunngerð um spillivatn skulu allar kommunur gera eina kommunala spillivatnsætlan, sum skal latast Umhvørvisstovuni til góðkenningar innan  1. januar 2011. Hjá fleiri kommunum er tað ein størri uppgáva at fara undir at gera spillivatnsætlan. Talan er um eitt rættiliga umfatandi skjal  við tekniskum, fyrisitingarligum og umhvørvisligum  innihaldi.

Endamálið við skeiðinum er at økja førleikan hjá teimum, sum arbeiða við at gera kommunala spillivatns¬ætlan. Dentur verður lagdur á krøv til spillivatnsætlanina og tilhoyrandi kort og at umrøða trupulleikar, sum kunnu koma fyri undir arbeiðinum við at gera eina spillivatnsætlan.

Skeiðið fevnir um framløgur og kjak.

Skrá

   • Lóggáva um spillivatn
      o Umhvørvisverndarlógin – kap. 4
o Kunngerð um umhvørvisreglur – kap. 5-7
o Kunngerð um spillivatn
   • Spillivatnsarbeiðið hjá Tórshavnar kommunu
• Ger av spillivatnsætlan

o Søguligt afturlit
o Krøv til og leistur fyri spillivatnsætlanina
o Krøv til kortini
o Formlig viðurskifti, t.d góðkenningartilgongdin – fyrisiting/løgfrøði
   • Spurningar og samanumtøka


Tíð og staður

Skeiðið verður hildið hósdagin 27. mai 2010, kl. 8.30 – 13.00 á Hotel Hafnia.

Kostnaður
Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 500,- fyri hvønn luttakara, íroknað ábit (kl. 8.30), kaffi/te og døgurða (kl. 12).

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til Umhvørvisstovuna, us@us.fo.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um skeiðið kunnu fáast við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo