Skeið um spillivatnsætlanir
Umhvørvisstovan skipar fyri enn einum skeiði um spillivatnsætlanir
Tann 27. mai skipaði Umhvørvisstovan fyri skeið um kommunalar spillivatnsætlanir. Hóast skeiðið var fullteknað við yvir 40 luttakarum, so vóru ikki umboð fyri allar kommunur. Umhvørvisstovan hevur tí gjørt av at hava eitt líknandi skeið tann 16. september 2010.
Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða við kommunalum spillivatnsætlanum og fyrisiting av spillivatni, eitt nú kommunur ella ráðgevandi virki.
Sambært kunngerð um spillivatn, skulu allar kommunur gera eina kommunala spillivatnsætlan, sum skal latast Umhvørvisstovuni til góðkenningar innan 1. jan. 2011. Hjá fleiri kommunum er tað ein størri uppgáva at fara undir at gera eina spillivatnsætlan. Talan er um eitt rættiliga umfatandi skjal við tekniskum, fyrisitingarligum og umhvørvisligum innihaldi.
Endamálið við skeiðinum er at økja førleikan at luttaka í ella standa fyri at gera eina kommunala spillivatnsætlan. Dentur verður lagdur á krøv til spillivatnsætlanina og tilhoyrandi kort og at umrøða trupulleikar, sum kunnu koma fyri undir arbeiðinum við at gera eina spillivatnsætlan.
Skeiðið fevnir um framløgur og kjak.
Skrá • Lóggáva um spillivatn o Umhvørvisverndarlógin – kap. 4 o Kunngerð um umhvørvisreglur – kap. 5-7 o Kunngerð um spillivatn • Ger av spillivatnsætlan o Søguligt afturlit (innkalling av spillivatnsætlanum 1996 + gomlu vegl.) o Krøv til og leistur fyri spillivatnsætlanina o Krøv til kortini o Formlig viðurskifti, t.d góðkenningartilgongdin – fyrisiting/løgfrøði • Spurningar og samanumtøka |
Tíð og staður
Skeiðið verður hildið 16. september 2010, kl. 9.00 – 13.00 á Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, Tórshavn.
Kostnaður
Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 300,- fyri hvønn luttakara, íroknað ábit (kl. 8.30), kaffi/te og døgurða (kl. 12).
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til Umhvørvisstovuna, us@us.fo. Rokningin verður send aftaná skeiðið.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um skeiðið kunnu fáast við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo