Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skeið í svimjihylstøkni

Í hesum døgum skipar Umhvørvisstovan fyri skeiði í svimjihylstøkni og røkt. Tríggir serfrøðingar frá Teknologisk Institutt í Danmark undirvísa á skeiðnum, og hava teir hildið hetta skeiðið í Føroyum fyrr.

Skeiðið er ætlað teimum, sum varða av svimjihyljum, hitapottum o.ø. sum eru opin fyri almenninginum.

Á skeiðnum fáa luttakararnir holla vitan um krøvini til baðivatnsgóðsku, innaneftirlit, nýtslu og goymslu av kemikalium og mangt annað. Tað hevur alstóran týdning, at starvsfólk, sum hava ábyrgd fyri svimjihyljum, hava neyðugar førleikar at kunna røkja tekniska útbúnaðin og tryggja vatngóðskuna.

Stórur áhugi er fyri skeiðnum, sum er fullteknað.

Umhvørvisstovan fegnast um góðu luttøkuna.

Hevur tú spurningar um ymiskt viðvíkjandi skeiðnum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rakul Mortensen

Rakul Mortensen

Umhvørvismál

RakulM@us.fo +298 342474

Umhvørvisevnafrøðingur