Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skeið í svimjihylsrøkt

Reint svimjihylsvatn snýr seg um meira enn klor!

Í døgunum 8. -12. juni 2009 skipar Umhvørvisstovan, saman við Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Teknologisk Institut, fyri skeiðum um rakstur av svimjihyljum. Talan er um eitt 3 dagar grundskeið og eitt 2 daga víðkað skeið í vatnviðgerð og orkutøkni.

Grundskeið
Grundskeiðið verður 8. til 10. juni 2009. Á skeiðnum verður dentur m.a. lagdur á vatngóðsku, reinføri, goymslu, handfaring og dosering av kemikalii. Eisini verður undirvíst í hvussu mátingar av klor, pH og øðrum vatnsgóðskuparametrum verða gjørdar. Grundskeiðið er krav hjá ábyrgdarhavandi starvsfólki í svimjihøllum.


Víðkað skeið

Tað víðkaða skeiðið verður  hildið 11. og 12. juni 2009. Á skeiðnum verður dentur millum annað lagdur á viðgerð av vatni, handfaring og dosering av kemikalii, ventilatión og orkusparing.


Hvør kann luttaka?

Skeiðini eru ætlað fólki, sum starvast í svimjihallum, kommunalu umsitingini og ráðgevarum.
Umhvørvisstovan fer eftir páskir at senda kommunum, ráðgevandi verkfrøðingum og øðrum bræv um skeiðini.


Heilsufrøðiliga starvsstovan útinnir eftirlitið við svimjihyljum

Eftirlit við svimjihyljum er umfatað av umhvørvislóggávuni, og er tað tí Umhvørvisstovan, sum hevur ábyrgdina av hesum eftirlitið. Tó er tað Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum útinnir eftirlitið vegna Umhvørvisstovuna.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.