Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skeið í svimjihyljarøkt

Skeið í svimjihyljarøkt verður tann 6. juni 2011.

Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga starvsstovan fara aftur at skipa fyri skeiði í svimjihylsrøkt. Skeiðið verður á Umhvørvisstovuni hin 6. juni 2011, kl. 9 til 16.30.

Á skeiðinum fara vit at leggja dent á vatngóðsku, reinføri, goymslu, handfaring og dosering av kemikalium. Eisini verður møguleiki hjá teimum, sum luttaka á skeiðinum at taka egin mátitól við, og gera mátingar av baðvatni og samanbera úrslit av pH, fríum og bundnum klori.

Fyrilestrar verða hildnir av fólki frá Teknologisk Institut, Arbeiðseftirlitinum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Umhvørvisstovuni.

Skeiðið er ætlað fólki, ið starvast í svimjihallum, kommunalu umsitingini og ráðgevum.

Skeiðið kostar 800,- íroknað kaffi og ábit á døgurða.

Til ber at melda seg til skeiðið við at ringja á Umhvørvisstovuna 34 24 00, ella senda ein teldupost á us@us.fo.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 34 24 00, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.