Skeið í røkt av svimjihyljum
Enn eru nøkur pláss eftir á skeiðinum um røkt av svimjihyljum, sum verður í døgunum 10.-11. juni 2013.
Umhvørvisstovan fer aftur at skipa fyri skeiði í svimjihyljarøkt. Skeiðið verður á Umhvørvisstovuni tann 10. og 11. juni 2013, kl. 9 – 17.
Á skeiðinum fara vit at leggja dent á vatngóðsku, reinføri, goymslu, handfaring og dosering av kemikalium. Eisini verður møguleiki hjá teimum, sum luttaka á skeiðinum, at taka egin mátitól við og gera mátingar av baðvatni og samanbera úrslit av pH, fríum og bundnum klori.
Fyrilestrar verða hildnir av fólki frá Teknologisk Institut, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Arbeiðseftirlitinum.
Skeiðið er ætlað fólki, ið starvast í svimjihallum, kommunalum umsitingum og hjá ráðgevum.
Skrá
Skráin fyri skeiði er her.
Tilmelding
Enn eru nøkur pláss eftir á skeiðinum. Tilmelding fer fram við at ringja til Umhvørvisstovuna 342400, ella við at senda ein teldupost á us@us.fo í seinasta lagið fríggjadagin 7. juni 2013, kl. 12.
Skeiðið kostar 5.500 kr, íroknað te/kaffi og ábit á døgurða.
Nærri fæst at vita við at ringja til Heidi Hansen á Umhvørvisstovuni, tlf. 34 24 15, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.