Skal tú út í garðin?
Vælkomin í Plantusøluna í Hoydølum. Nú er háárstíð og úrvalið av plantum og viðarvøkstri er av tí mesta.

Stórt úrval av hóskandi plantum
 Umleið 150 ymisk sløg av plantum eru í úrvalinum í ár. Meginparturin er plantur, ið vit sjálvi hava ment og sum sostatt eru vælegnaðar til føroysk vakstrarlíkindi. Haraftrat er ein munandi partur av úrvalinum framleiddur á Gróðurstøðini, antin frá fræi ella gróðurkvistum (stiklingum).
  
Møguleikarnir eru nógvir
 Talan er í høvuðsheitum um smærri plantur (berrótsplantur ella í smápotti), ið eru umleið 20 – 60 cm høgar. Úrvalið er so mikið fjølbroytt, at til ber at laga valið eftir m.a. vakstrarlíkindum, evni/tema ella áhuga fyri ávísum plantusløgum.
 Plantupakkar
 Fyrr í ár fingu føroysku kommunurnar tilboð um at keypa ymiskar plantupakkar. Kommunur kunnu soleiðis veita sínum borgarum plantur, fyri at stimbra áhugan fyri gróðurseting, bæði til fríðkan og lívd. Innihaldið í teimum ymsu plantupakkunum er nærri lýst her. Gróðurstøðin hevur eisini hesi plantusløgini í søluni nú í vár.
  
Plantur minka um CO2
 Gróðurseting av viðarvøkstri er ein munadyggur háttur at binda CO2 á landjørðini, og soleiðis minka um útlátini av vakstrarhúsgassum. Trævøkstur á 1 hektari (svarar umleið til eitt traðarstykki) kann binda CO2 mótsvarandi útlátinum frá minst 2.100 litrum av bensini, og tað hvørt ár í alt æviskeiðið, sum trøini liva.  
Plantur bøta um heilsuna
 At hava plantur og vøkstur í nærumhvørvinum, og gerandisdegnum annars, hevur jaligan týdning fyri heilsu og trivnað hjá  fólki. Hjá nógvum er tað so, at frílendisupplivingar og heilsubót fylgjast. Jú meira vit eru í grønum umhvørvi, tess minni sjúk eru vit.
 Tí eru tað nógvar og góðar orsøkir til at menna gróðursetingina her á landi-  og ikki minst í tínum garði. Vælkomin á Gróðurstøðina at velja tær plantur og viðarvøkstur!
  
 
 Avgreiðslutíðir
 Eina tíð framyvir verða avgreiðslutíðirnar somuleiðis víðkaðar, sí á heimasíðuni.
  
Eru spurningar ella onnur ivamál, vinarliga vendið tykkum til røktarleiðaran á Gróðurstøðini, Rakul Dam Lindberg, tlf. 210922 ella RakulL@us.fo ella til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.

