Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sjey spennandi royndarverkætlanir við náttúruloysnum

Programmið Náttúruloysnir í Norðurlondum, sum verður umsitið á Umhvørvisstovuni, hevur avgjørt at stuðla sjey royndarverkætlanum við sjey milliónum komandi trý árini. Ein av teimum sjey er føroyska verkætlanin Lendisbati.  

Vátlendi skulu betrast í Álandi, skógur reisast í Danmark, áarbakkar styrkjast í Noregi, yvirskotsfosfor takast úr sjónum í Svøríki, ílegutilfeingi varðveitast í Íslandi og lendi bøtast í Føroyum. 

Politikarar, vitanarstovnar og fyrisiting skulu nú gerast klókari, tá ræður um, hvussu vit best nýta náttúruloysnir í okkara parti av heiminum. Tað verður millum annað gjørt við at veita stuðul til sjey ymiskar royndarverkætlanir í árunum 2022-2024. Tær sjey verkætlanirnar eru náttúruloysnir upp á ymiskar avbjóðingar, sum standast av veðurlagsbroytingum og margfeldismissi. Ein av teimum sjey er verkætlanin Lendisbati, sum  Tjóðsavnið stendur á odda fyri.  

Norsk Institutt for Vannforskning fer at fylgja verkætlanunum til síðst í 2023, tá úrslitini verða almannakunngjørd í eini samlaðari frágreiðing. Vitanin skal brúkast sum grundarlag undir vegleiðingum til best practice og verksetan av náttúruloysnum í Norðurlondum. Eisini verða úrslitini skrásett í altjóða dátugrunnum m.a. NetworkNature.  

Nú verður arbeitt við at fáa Grønland og Finnland við í verkætlanina, av tí at hesi bæði londini ikki vóru umboðað millum fyrstu sjey verkætlanirnar. Stýrisbólkurin fyri programmið metir, at tað er av stórum týdningi, at øll londini eru umboðað so ella so, so at náttúruloysnirnar verða rótfestar í øllum Norðurlondum. 

Til ber at lesa meira um føroysku verkætlanina Lendisbati her: tjodsavnid.fo/greinir/nordurlendska-radharraradid-studlar-natturuverkaetlan-i-kalsoynni 

Og til ber at lesa meira um programmið Náttúruloysnir í Norðurlondum her: us.fo/nbs

Mynd: Jóhannis Danielsen. Kubbin, Kunoy. 

 
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, Jónu Ólavsdóttir, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost JonaO@us.fo