SEV ætlar at víðkað upplandið hjá Vatnsnesvatni í Hovsdali
Í sambandi við, at SEV ætlar at víðka upplandið til Vatnsnesvatn í Hovsdali, hevur felagið sambært §16 í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann metast at fáa á umhvørvið.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn. Almenningurin, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika til at gera viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina. Hoyringarfreistin er týsdagin 11. juni 2019.
Fyri at gagnnýta vatnorkuna meira, er kannað um ber til at leiða meiri vatn í Vatnsnesvatn. Kanningarnar vísa, at tað ber til at leiða eitt øki á umleið 0,98 km2 norðanfyri og eitt øki á umleið 0,6 km2 sunnanfyri til Vatnsnesvatn. Tilrenningarøkið til Vatnsnesvatn er í dag umleið 4,47 km2.
Støðukanningar vórðu gjørdar av fugla- plantu- og skordjóralívi á økinum summarið 2018. Kanningarnar vístu, at fuglur, ið reiðraðist í økjunum var vanligur heiðafuglur. Eisini vístu kanningarnar, at plantur í økinum vóru vanligar. Skordjór í økjunum vóru eisini vanlig, tó var eitt slag í øðrum økinum, ið ikki er vanlig at síggja.
Væntandi verða økini niðan fyri veitirnar turrari, og tí fara planturnar í hesum økjum væntandi at broytast til fleiri turrlendisplantur og færri vátlendisplantur. Væntast kann eisini, at skordjóralívið verður tillagað, har meiri verður av graslendisklukkum og minni av vátlendisklukkum.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Suna Petersen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo