Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sands Skjótifelag umhvørvisgóðkent

Skotvøllurin heima á Sandi hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning

Í umhvørvisgóðkenningini verða krøv sett til skjótivirksemið. Millum annað er ikki loyvt at nýta blýggjhøgl, men einans stálhøgl, umframt at einans tær til eina og hvørja tíð mest umhvørvisvinarligu dúgvurnar skulu nýtast. Eisini eru treytir settar fyri burturbeining av leivdum frá skjóting. Alt skal savnast upp eftir skjótingina og latast góðkendum móttakara.

Skjótivøllurin er á matr. nr. 329 heima á Sandi og talan er um part av økinum, sum liggur aftanfyri grótdungan vestan fyri bátahylin.
Við hesum eru tríggir skotvallir í Føroyum umhvørvisgóðkendir.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her

Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí, at góðkenningin er almannakunngjørd. Kæran skal tó sendast til Umhvørvisstovuna, sum saman við viðkomandi skjølum, sendir hana víðari til Innlendismálaráðið

Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, umhvørvisviðgera á tlf. 34 24 41, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.