Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sanatoriutrøðin gerast til frílendisøki

Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við frílendisætlanini síðan á sumri í 2008. Í november 2009 vórðu traðarleigararnir á økinum uppsagdir, og flestu teirra valdu at kæra uppsagnirnar. Meðan hesar hava verið viðgjørdar í Innlendismálaráðnum, hevur arbeiðið í arbeiðsbólkinum ligið stilt. Í september 2010 staðfesti Innlendismálaráðið uppsagnirnar, og arbeiðsbólkurin er tí farin til verka aftur

Arbeiðsbólkurin skal gera uppskot til nýtslu og skipan fyri, hvussu landsstýrisins jarðir av Boðanesi og niðan í Hoydalar kunnu gerast ein virkin og fjøltáttaður partur av einum samlaðum frílendisøki, borgarunum at frama

Økið snýr seg um Sanatoriutrøðna, ið er góðar 200.000 fermetrar til støddar. Økið gongur frá sambindingini Hvítanesvegur/Eystari ringvegur og oman á sjálvt Boðanes (tyrlupallin). Høvuðsparturin av lendinum er millum Hoydalsá og ringvegin. Arbeiðsbólkurin er mannaður av embætisfólki úr Tórshavnar kommunu, Fornminnissavninum og Umhvørvisstovuni.

Arbeiðsbólkurin skal gera eina sokallaða nýtsluætlan yvir økið, sum síðan verður send Innlendismálaráðnum og Tórshavnar kommunu til støðutakan.

Arbeitt verður við nógvum hugskotum, m.a. er landsins fyrsti bóltvøllur partur av økinum, eins og Hoydalsá er tað. Hoydalsá var áður ein av Føroya bestu  áum til sjósílaveiðu, og møguleikin fyri at endurskapa hana sum slíka verður kannaður.

Hugsað verður eisini um at veita hundaeigarum eitt stað til rørslu av teirra kelidýrum.  Ætlanin er eisini at planta í økinum. Pláss til útilív og dvøl hjá barnafamiljum v.m., sokallaði ressingarstøð í náttúruni, eru eisini frammarlaga í hugsjónunum.

Umhvørvisstovan hevur gjørt ein 3D film av økinum og kann hann síggjast her.

 

Ein partur av víðari arbeiðinum er at burturleiða dálkingarkeldur, frárensl frá vegnum, kloakk o.ø. Hetta hongur neyvt saman við at reinsa Hoydalsá.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo