Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Samstarv við Ísland um landsfólkayvirlit

Tøkniliga og løgfrøðiliga er Íslendska landsfólkayvirlitið á tí støði, har føroyingar vóru fyri góðum 10 árum síðani. Vit kunnu læra nógv av føroyingum á hesum øki, sigur Haukur Ingibergsson stjóri á Þjóðskrá Íslands við Morgunblaðið

Nýggja landsfólkayvirlitsskráin, sum Umhvørvisstovan tók í nýtslu á sumri í fjør, hevur vakt ans í Íslandi. Skipanin byggir á eina nýggja lóggávu, lýkur øll nútíðarkrøv og kann somuleiðis samskifta við gomlu landsfólkayvirlitsskránna, sum er virkin í eini tillagingartíð. Føroyar hava sostatt verið ígjøgnum júst somu tilgongdina, sum stendur fyri framman í Íslandi, skrivar Morgunblaðið.

Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, er í hesum døgum í Íslandi. Har vitjar hon m.a. Þjóðskrá Íslands, sum umsitur íslendska landsfólkayvirlitið og tinglýsingina. Við Morgunblaðið leggur hon dent á týdningin av samstarvinum millum Umhvørvisstovuna og Þjóðskrá Íslands. Tað er nevniliga ikki so vanligt at samstarva um landamørk í sambandi við grundskráir sum landsfólkayvirlit og tinglýsing. Tí kunnu vit læra nógv av hvørjum øðrum, leggur hon afturat.

Tann nýggja føroyska landsfólkayvirlitsskráin leggur upp til, at bæði kommunalir myndugleikar, landsmyndugleikar og ríkismyndugleikar arbeiða beinleiðis inni í skipanini. Harumframt er eisini møguligt leypandi at dagføra skráir við upplýsingum úr landsfólkayvirlitsskránni. Tað merkir, at skipanin verður munandi skjótari dagførd enn tann gamla landsfólkayvirlitsskráin, og kann viðføra munandi effektiviseringar orsakað av, at adressuupplýsingar v.m. framyvir bert verða skrásettar á einum stað. Ígjøgnum innbygdu trygdarskipanirnar í landsfólkayvirlitsskránni ber somuleiðis til, at halda neyvt eyga við, at skipanin ikki verður misnýtt, og at ongin fær atgongd til upplýsingar, sum tey ikki hava rætt til at fáa.

Nýggja landsfólkayvirlitið er ment av Elektron í tøttum samstarvi við Umhvørvisstovuna.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, stjóra á Umhvørvisstovuni á telefon 342400 ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo