Samskipari til norðurlendska arbeiðsbólkin um kemikalii
Norðurlendski kemikaliibólkurin søkir samskipara. Føroyingar kunnu søkja, og røkja starvið í Føroyum
Norðurlendska ráðharraráðið søkir samskipara til norðurlendska arbeiðsbólkin um kemikalii, Nordisk Kemikaliegruppe (NKG), at byrja 1. Januar 2013. Umsóknarfreistin er 24. August 2012.
NKG arbeiðir m.a. fyri at styrkja samstarvið um kemikalii í norðurlondum, m.a. við at seta í verk ymiskar verkætlanir um kemikalii.
Arbeiðið hjá samskiparanum er at at standa fyri dagliga arbeiðinum í bólkinum, at fyrireika fundirnar í bólkinum, at samskipa og at vera við til at fremja verkætlanirnar. Samskiparin hevur eisini javnan fund við samskipararnar í hinum bólkunum innan norðurlendska umhvørvissamstarvið.
Limirnir í NKG eru úr øllum Norðurlondum. Bólkurin heldur fundir upp á skift í øllum Norðurlondum tvær ella tríggjar ferðir um árið. Undir kemikaliibólkinum eru fleiri undirbólkar, sokallaðir verkætlanarbólkar. Føroyar hava umboð í kemikaliibólkinum og í onkrum av undirbólkunum, t.d. osonbólkinum, screeningbólkinum og eftirlitsbólkinum.
Samskiparin verður settur í starv hjá einum myndugleika í einum norðurlandi. Verður ein føroyingur settur í starv, kann hann verða settur í starv á Umhvørvisstovuni.
Sí lýsing her: http://www.norden.org/da/ledige-stillinger/andre-nordiske-stillinger/vill-du-arbeta-med-nordiskt-kemikaliesamarbete
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, tlf. 342444, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo