Rotta fráboðað í Sandoynni
Ein fráboðan um rottu kom til Sands kommunu um middagsleitið í gjár. Rottan varð sædd í Traðardali, við munnan á Sandoyartunlinum. Tunnilin er enn ikki komin ígjøgnum, so hetta er ikki rotta, sum er komin undir Skopunarfjørð, men onkursvegna við skipi. Kommunan hevur ábyrgdina at fyribyrgja og týna rottu, og Sands kommuna legði seinnapartin í gjár eitur av sterkasta slag út í økið kring tunnilsmunnan. Sands kommuna og Umhvørvisstovan heita nú á øll í Sandoynni um at kanna væl á ognum sínum og økjum, ein hevur ábyrgdina av, um tekin um rottu eru. Fráboðast skal til avvarðandi kommunu beinavegin, um illgruni er um rottu. Kommunurnar í oynni eiga alt fyri eitt at seta í verk yvirvøku.
– Er rotta komin í Sandoynna, er at vóna, at talan er um eitt einstakt djór. Fær rotta fótin fyri seg í oynni, er tað ein vanlukka, serliga fyri fuglalívið í Sandoynni, sigur Suni Petersen, deildarleiðari á Vernd hjá Umhvørvisstovuni.
– Vit hava ikki verið úti fyri, at rotta kemur í eina oyggj í Føroyum, har ongin rotta er, í 100 ár. Tí er lætt at gloyma, hvussu oyðandi hon er fyri fuglastovnar, sigur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur.
Hann nevnir lunda, skráp og drunnhvíta sum fuglasløg, sum eru í serligum vanda, um rotta breiðir seg í Sandoynni.
– Vit taka hetta í allarstørsta álvara, og settu inn við eitri umgangandi. Tað hevur stóran týdning, at øll í Sandoynni nú hava eygu og oyru opin, og boða frá, um tey varnast tekin um rottu, sigur Poul Klementsen, borgarstjóri á Sandi.
Umhvørvisstovan hevur í dag verið og tosað við kommunurnar í Sandoynni um hvussu yvirvøka sum skjótast kann setast í verk í øllum bygdum. Ætlanin er at seta smáar tunlar upp, sum rotta setir spor í, um hon kemur at fáa sær av lokkandi føðini í tunlunum. Kommunur, sum umsita rottufríar oyggjar, skulu sambært kunngerð hava eina rottutilbúgving, har eitt nú ætlan fyri, hvussu eitur verður lagt, verður klár, so kommunurnar kunnu bera skjótt at, skuldu fleiri tekin um rottu í Sandoynni verið.