Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Rigga til á plantusøluni

Tíðin er aftur komin at hugsa um trø og runnar at seta niður í vár

Drúgva illveðrið í vetur fór serstakliga illani við trøum og runnum, so manga staðni er tørvur á eini bøtandi hond og nýggjum viðarvøkstri.

Starvsfólkini á Skógrøkt eru í holtur við at fyrireika plantusøluna í ár, sum letur upp mánadagin 30. apríl . Plantupakkar verða framleiddir til kommunurnar har alt plantutilfari er framleitt á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Ongar av plantunum eru innfluttar til høvið. 

Tróndur Leivsson, landsskógarvørður sigur at hetta er enn eitt prógv um, at undir teimum røttu umstøðunum ber væl til at framleiða tann viðarvøkstur her á landi, ið tørvur er á. Soleiðis ber eisini til at minka um vandan fyri innsløddum plantusjúkum og øðrum óynsktum skaðavoldarum, umframt at flutningurin úr útheiminum verður spardur.

Tróndur vísur á at frílendi við fjølbroyttum vøkstri, haruppií eisini viðarvøkstri, eru á breddanum í mongum londum, bæði millum borgarar, fjølmiðlar, myndugleikar og granskarar. Prógvini gerast alt fleiri og fleiri fyri, at sera jaligur týdningur er fyri heilsuna og trivnaðin, um fólk hava høvi at uppliva slíkan vøkstur í sínum nærumhvørvi og gerandisdegi. Fleiri kend vesturlendsk universitet granska nú í sambandinum millum økta heilsubót og frílendisupplivingar.

Nýggjari rannsóknir í m.a. Norðurlondum vísa, at gróðurseting av viðarvøkstri er ein munadyggur háttur at binda koltvísýrni (CO2) á landjørðini, og soleiðis lata eitt íkast til at minka um útlátini av vakstrarhúsgassum. Granskingarúrslit vísa, at trævøkstur á 1ha. (uml. eitt traðarstykki) árliga kann binda CO2 mótsvarandi útlátinum frá omanfyri 2.100 l av bensini, og tað hvørt ár í alt æviskeiðið, sum trøini liva.

Tí eru tað nógvar, góðar orsøkir til at menna gróðursetingina her á landi, sigur Tróndur Leivsson at enda.

Les meira her um ofta settar spurningar um viðarvøkstur og frílendi.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.