Reyni Service, Hoyvík, fingið umhvørvisgóðkenning
Tann 3. oktober 2014 hevur bilverkstaðurin hjá P/F Reyni Service í Hoyvík fingið umhvørvisgóðkenning.
Virksemið á bilverkstaðnum er millum annað plátuverkstaður og tvær sproytukabinur. Virksemið umfatar umvælingar og lakkering av bilum o.a.
Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið á bilverkstaðnum.
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja og avmarka luftdálking, soleiðis, at virkið ikki elvir til heilsuskaðar ella ampar í nærumhvørvinum. Tí eru treytir settar m.a. til reinsing av luftútlátinum frá sproytukabinunum.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 4. november 2014.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo