Reinsiverkið hjá LSH nýggja umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur givið spillivatnsskipanini hjá Landssjúkrahúsinum nýggja umhvørvisgóðkenning. Gamla góðkenningin var frá 2004.
Í sambandi við útbyggingina av Landssjúkrahúsinum verður spillvatnsskipanin hjá Landssjúkrahúsinum løgd um og gjørd av nýggjum. Umhvørvisgóðkenningin leggur lunnar undir eina útbygging av spillvatnsskipanini við reinsiskipan í tveimum stigum. Fyrra stigið verður gjørt beinan vegin og seinna stigið verður gjørt í endanum av byggitíðini, um kanningar vísa, at tørvur er á tí.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 9. august 2018.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo