Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Reinsaríið Skygd fingið nýggja umhvørvisgóðkenning

Reinsaríið Skygd hevur flutt sítt virksemið til Ánirnar og er hetta virksemi nú umhvørvisgóðkent.

Kemisk reinsing
Skygd er eitt kemiskt reinsarí. Klæðir verða reinsað við kolvetni í eini maskinu, sum endurnýtir kemisku evnini. Tá reinsingin er liðug verða klæðini turkað í somu maskinu. Maskinan hevur automatiskt turkikontrol, sum ger, at turkingin ikki steðgar fyrr enn minst møguligt av kemikalii eru eftir í klæðunum. Tá klæðini koma úr maskinuni, verða tey pressað, rullað og strokin.

Krøv og treytir

Undir viðgerðini av umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, á dálkingaravmarkandi tiltøk verða sett í verk um óhapp henda og at fyribyrgja heilsuskaðum av organiskum loysingarevnum.
Umhvørvisgóðkenningin setir millum annað treytir til innaneftirlit og handfaring og burturbeining av kemisku evnunum.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

Almenna lýsingin av góðkenningini er her

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónliga týdning fyri.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi hósdagin 23. februar2012.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Eyð Eidesgaard, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.