Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Reinsarí umhvørvisgóðkent

Nýggja reinsaríið Skygd í Klaksvík hevur fingið umhvørvisgóðkenning

Kemisk reinsing
Skygd er eitt kemiskt reinsarí. Klæðir verða reinsað við kolvetni í eini maskinu, sum endurnýtir kemisku evnini. Tá reinsingin er liðug verða klæðini turkað í somu maskinu. Maskinan hevur automatiskt turkikontrol, sum ger, at turkingin ikki steðgar fyrr enn minst møguligt av kemikalii eru eftir í klæðunum. Tá klæðini koma úr maskinuni, verða tey pressað, rullað og strokin.


Krøv og treytir

Undir viðgerðini av umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, á dálkingaravmarkandi tiltøk um óhapp henda og at fyribyrgja heilsuskaðum av organiskum loysingarevnum.
Umhvørvisgóðkenningin setir millum annað treytir til innaneftirlit og handfaring og burturbeining av kemisku evnunum.

Skygd er fyrsta reinsarí í Føroyum, sum er umhvørvisgóðkent.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd. Kæran skal tó sendast til Umhvørvisstovuna, sum saman við viðkomandi skjølum,  sendir hana víðari til Innlendismálaráðið.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Eyð Eidesgaard, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.