Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Reinari luft í lungu okkara

Áleið 9.000 fólk í Norðurlondum doyggja ov tíðliga á hvørjum ári, orsakað av heilsuskaðiligum bitlum í luftini.

Umhvørvisstovan sendir í hesum døgum út nýggja faldaran “Ren luft i vore lunger” frá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum sigur seks søgur um, hvussu minkast kann um skaðiligu bitlarnar.

Seinastu tíggju árini hava fleiri altjóða kanningar staðfest, at tað er heilsuskaðiligt at anda bitlar í seg. Men tað er ikki greitt júst hvussu vandamiklir ymisku bitlarnir eru, ei heldur hvørja ávirkan teir hava á okkum menniskju. Tí eru Norðurlond farin undir at kanna smáu bitlarnar og árin teirra.
Í Evropa verður mett, at um 350 túsund av teimum 450 milliónum íbúgvunum í øllum Evropa doyggja ov tíðliga orsakað av skaðiligum bitlum í luftini. Í Norðurlondum verður mett at níggju túsund av teimum 24 milliónunum doyggja ov tíðliga orsakað av ov nógum bitlum í luftini.

Brenniovnar og ferðslan
Fleiri norðurlendskar kanningar kanna heilsuvandarnar, sum standast av brenniovnum, meðan aðrar kanningar leggja dent á ferðsluna í stórum býum.
Norðurlond eru samd um, at útlátið frá brenniovnum er ein heilsutrupulleiki, men samstundis verður ásannað, at vitanin um útlátið frá brenniovnum er ikki nóg góð. Tað er sera stórur munur á, hvussu nógv ymisku sløgini av ovnum dálka. Harafturat er greitt, at tað hevur stóran týdning, hvat verður brent, eitt nú um kynt verður við reinum og turrum viði.
Fleiri kanningar eru eisini ávegis, sum skulu kanna skaðiligu bitlarnar frá ferðsluni. Neyðugt er at kanna, hvussu stór dálking stendst av píkadekkum, bremsum, dekkum og útláti frá útstoytum.

Rein luft um landamørk
Í faldaranum verður eisini greitt frá um tiltøk, sum skulu forða fyri, at bitlar ferðast um landamørk. Endamálið er eitt nú at fáa bitladálking inn í sokallaðu Gøteborg protokollina (ST avtala um at tálma langtberandi luftdálking), at fáa ávirkan á felags ætlanina hjá ES um verju av luftini og ikki minst, at fyribyrgja dálking av hemisferuni, sum eitt nú flytir dálkingina til Grønlands og onnur viðkvæm arktisk øki.

Hvussu er við bitlum í føroysku luftini?
Av tí, at ongar veruligar kanningar eru gjørdar, er vitanin um nøgd og sløg av bitlum í føroysku luftini avmarkað. Tó er greitt, at føroyska lóggávan er munin veikari enn í grannalondum, tá um ræður at avmarkað útlát av bitlum. T.d. er einki krav um, at bilar skulu hava bitlafiltur, og tískil kunna støður uppstanda har innihaldi av bitlum í luftini verður ov høgt – eitt nú í økjum við nógvari ferðslu tá eingin vindur er.
Umhvørvisstovan hevur ætlanir um at gera kanningar, sum nærri kunnu lýsa bitladálkingina.

Umhvørvisstovan sendir faldaran út
Tað er norðurlendski Hav- og luftbólkurin undir Norðurlendska ráðharraráðnum, sum hevur latið faldaran gera.

Um tú ynskir at fáa eitt eintak sendandi, hevur spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna, telefon 342400.