Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Reiðarí dømt vegna ósketni

Føroya rættur feldi hin 7. februar dóm í máli um oljudálking frá m/s Váðasteini, sum lá við Bursatanga í Havn hin 2. mai 2010. Dómurin staðfestur, at tað er ósketni tá olja verður flutt millum tangar uttan eftirlit.

Tað var sunnudagin 2. mai 2010 at boðað varð frá oljudálking við Bursatanga í Havn. Olja var runnin á sjógv frá Váðasteini, ið lá við bryggju við Bursatanga.

Tá olja varð pumpað úr einum goymslutanga yvir í dagtangan, fleyt yvir, og í minsta lagi 1.200 litrar av olju fóru á sjógv. Orsøkin til óhappið var, at sjálvvirkandi skipanin, sum átti at støðga pumpuni tá dagtangin var fullur, virkaði ikki. Eingin var umborð á skipinum, tá oljan fleyt yvir.

Umhvørvisstovan gav stutt eftir hendingina reiðarínum sektaruppskot uppá 51.000 kr., men reiðaríið tók ikki við bótini. Tí varð málið sent til fútan við áheitan um at reisa ákæru. Føroya rættur hevur nú staðfest sektaruppskotið uppá 51.000 kr.
 

Ikki nóg mikið at líta á sjálvvirkandi skipanir
Tað áhugaverda við hesum dóminum er, at rætturin nú hevur staðfest, at tað er ósketni bara at líta á sjálvvirkandi skipanir, tá t.d. olja verður flutt millum tangar. Onkur má vera umborð og hava eftirlit við, at alt fer fram á rættan hátt.
Ein slíkur dómur hevur stóran týdning fyri tulkingina av havumhvørvislógini, og serliga tá metast skal um, nær talan er um ósketni.

Líkasæla er høvuðsorsøkin
Mongu oljudálkingarnar, sum hava verið í føroysku havnunum seinastu mongu árini, eitt nú í sambandi við bunkring ella annað virksemi umborð, benda á eina alt ov stóra líkasælu millum teirra, sum fáast við og hava ábyrgd av slíkum arbeiði.
Reiðarí eiga at hava greiðar mannagongdir at forða fyri dálking, m.a. í sambandi við flutning av olju millum tangar.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, umhvørvisviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo