Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Reglur um taðing ávegis

Uppskot til kunngerð um taðing er sent til hoyringar. Hoyringsfreistin er 15. november 2010.

Í uppskotinum eru reglur fyri nýtslu og goymslu av tøðum, eins og taðing við fiskasúrløgu og slógvi er fevnt av kunngerðini.

Taðing má ikki føra til umhvørvisdálking, heilsuvanda ella ampa í nærumhvørvinum, og taðað skal verða soleiðis, at tøðini verða tikin upp í jørðini. Taðing skal fara fram, tá jørðin er før fyri at taka ímóti tøðunum. Eisini verða krøv sett til støddina á mykjubrunnum, súrhoyggjabrunnum o.t.
Tað er kommunan, sum er myndugleiki, tá tað snýr seg um umhvørvisviðurskifti hjá landbúnaðinum, og verður tað eisini kommunan, ið skal tryggja, at ásetingarnar í kunngerðini um taðing verða fylgdar.
Tað er eftir áheitan frá landsstýriskvinnuni, at Umhvørvisstovan hevur gjørt uppskotið til kunngerð um taðing.

Tú kanst lesa uppskotið, sum er sent til hoyringar, við at trýsta her.
Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 15. november 2010.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo