Ramsar-ætlanirnar lidnar
Rottan, sigling fram við landi og gongd í haganum eru millum størstu hóttanir móti fugli
Ramsar-nevndirnar fyri ávikavist Nólsoy, Mykines og Skúvoy hava nú lagt seinastu hond á arbeiðið at gera Ramsar-ætlanir fyri sínar oyggjar.
Felags fyri allar tríggjar ætlanir er, at rottan verður sædd sum størsta hóttanin móti fugli í oyggjunum. Hvørki í Nólsoy, Mykinesi ella Skúvoy er rotta. Kemur rotta, er tað ein stór vanlukka fyri fuglin. Tað er tí av sera stórum týdningi, at tiltøk verða sett í verk fyri at fyribyrgja rottuinnrás í hesum oyggjum. Fyrsta stig er at dagføra kunngerðina um oyðing av rottu, og tá serliga fyri at veita betri trygd fyri, at rotta ikki spjaðist til rottufríar oyggjar, t.d. við vøru sum verður flutt til oyggjarnar.
At sigla ótálmað fram við landi, har fuglur heldur til, ikki minst í reiðringartíðini, skal ikki longur bera til. Sum nú er, kunnu øll sigla allastaðni og til allar tíðir. Fyri at tryggja, at siglingin ikki er til ampa fyri fugl, er neyðugt, at hava skipan fyri, nær, hvar og hvussu skjótt skip og bátar kunnu sigla. Hetta kemur mest at raka tey, sum skipa fyri túrum við ferðafólki. Arbeiði við at gera hesar nýggju reglur er byrjað, og hevur Umhvørvisstovan í fleiri førum hitt umboð fyri vinnuna um júst hesar nýggju reglur.
Eisini gongd í haganum kann órógva fuglin. Hetta er tó mest í Mykinesi, har ferðafólk í túsundatali á hvørjum ári ganga túrin út í Hólm at hyggja eftir náttúruni og fugli. Gøtan er í ringum standi av nógvu gongdini. Arbeiðið at umvæla gøtuna er nýliga byrjað.
Arbeiðið við Ramsar-ætlanunum byrjaði í 2014, tá táverandi Innlendismálaráðið heitti á Umhvørvisstovuna um at standa fyri arbeiðinum at gera ætlanirnar. Fyri hvørja av Ramsar-oyggjunum skuldi ein Ramsar-ætlan gerast, sum er ein fyrisitingarætlan við tilmælum um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at verja fugl í oynni og umhvørvi teirra. Endamálið við Ramsar-ætlanunum er í stuttum at lýsa økini, serliga at lýsa viðurskifti, sum kunnu metast sum ein hóttan móti sjófugli, og at gera tilmæli og uppskot til møguligar loysnir fyri at minka ella steðga hóttanunum og/ella forða møguligum komandi hóttanum. Ætlanirnar eru at meta sum tilmæli til allar viðkomandi partar, sum hava ábyrgd av og heimild til at taka stig, fyri at tryggja økini sum Ramsar-øki, t.e. fólkið í oyggjunum, viðkomandi kommunur og landsmyndugleikar. |
- Her finnur tú Ramsar-ætlanirnar fyri ávikavist Nólsoy, Mykines og Skúvoy
- Les meira um Ramsar-arbeiðið her – www.us.fo/ramsar
Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo