Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Rættleiðing til Kringvarpið

Í Degi & viku týskvøldið 20. apríl verður greitt frá máli um nýggja kirkju á Argjum

Í innslagnum varð nevnt, at Matrikulstovan hevði noktað at býtt frá grundøkið til nýggju kirkjuna, at hendan avgerð varð kærd, og at kærunevndin í Lendismálum gav kommununi viðhald.  Hetta verður hóskvøldið 22. apríl rættað til, at kommunan ikki fekk viðhald, men at staðfest verður, at kommunan er planmyndugleiki.

Her er ov illa farið um í lýsingini av málinum.

Umhvørvisstovan, sum er matrikulmyndugleiki, tók 11. des. 2008 avgerð um, at noktað frábýti av grundstykki til nýggja kirkju á Argjum eftir umsókn frá Tórshavnar kommunu.  Orsøkin var, at økið er frílendi (D1) sambært galdandi byggisamtykt fyri Tórshavnar kommunu, og sum slíkt ikki byggilendi.  Eitt sundirbýtisloyvi hevði tí verið í stríð við matrikullógina. 

Endamálið hjá matrikulmyndugleikanum er sjálvandi ikki at forða einari nýggjari kirkju á Argjum, tvørturímóti, men eisini í slíkum byggjaríi skulu lógir og fyriskipanir haldast, og tí mælir Umhvørvisstovan í noktanarskrivi sínum kommununi til, at gjørd verður ein serstøk byggisamtykt, so lendisnýtsla, bygningur og m.a. ferðslan til og frá verða viðgjørd, og so grannar og onnur áhugaði kunnu síggja og taka støðu til verkætlanina í sambandi við almennu framløguna.

Tórshavnar kommuna var ikki nøgd við avgerðina hjá Umhvørvisstovuni og ikki samd í tulking hennara av byggisamtyktini, og kærdi avgerðina til kærunevndina í lendismálum.  Kærunevndin gevur Umhvørvisstovuni fult viðhald í avgerðini og í tulkingini av kommunalu byggisamtyktini, og kærunevndin vegleiðir kommununi á júst sama hátt sum Umhvørvisstovan.  At kommunan er planmyndugleiki verður ikki sett spurnartekin við. 

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.