Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ráðstevna: Hvat er náttúra?

Starvsfólk frá Umhvørvisstovuni luttaka við framløgum á ráðstevnu um náttúrufatan. 

Leygardagin 19. mars skipar Fróðskaparfelagið fyri ráðstevnu sum kallast “Hvat er náttúra? – føroysk náttúrufatan í fortíð nútíð og framtíð”. 

Fyrireikararnir skriva:
Í Føroyum siga vit ofta um okkum sjálvi, at vit liva tætt at náttúruni. Okkara list og bókmentir hálova, lýsa og dramatisera sambandið við náttúruna, og kanska serliga til havið. Men hava vit í Føroyum eina øðrvísi náttúrufatan enn onnur? Ansa vit betur eftir náttúruni og okkara tilfeingi enn onnur lond? Kjakið um náttúrumargfeldislógina gjørdi greitt, at hugtakið “náttúra” er ikki eintýtt, men hevur ymsan týdning fyri ymisk fólk. Sostatt gerast spurningarnir um umhvørviskreppuna eisini viðkomandi í føroyskum høpi. Hvat merkir tað, til dømis, at fiska burðardygt? Hvar gongur markið millum umhvørvisvernd og vinnulig áhugamál? Hvørji sjónarhorn gera seg galdandi í kjakinum um ferðavinnu, gongd í haga, landbúnað og lendisnýtslu sum heild? Hvønn týdning kann eitt slag av fugli, ein blóma, ella ein klukka hava fyri føroysku náttúruna og føroyingar sum heild? Hvussu gera spurningar um virði seg galdandi, tá vit hugsa um náttúru? Tosa vit um virði í sjálvum sær, peningaligt virði, mentanarligt virði, ella kanska vistfrøðiligt virði?

Á skránni eru fleiri framløgur, og millum teirra eru framløgur frá starvsfólki á Umhvørvisstovuni. Suni Petersen fer at hava framløguna “Náttúruvernd og náttúrufatan”, og Sjúrður Hammer luttekur við framløgunum “Kristindómur og umhvørvið – avbjóðingar og møguleikar” og “Fuglameingi er landsvirði”.

Ráðstevnan verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum 19. mars frá kl. 10 til 17.
Øll skráin til ráðstevnuna sæst her

Meira kunning um ráðstevnuna sæst á heimasíðuni hjá Føroya Fróðskaparfelag

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo