Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Print-on-demand og nýggj útgáva Kort 81 

Umhvørvisstovan fer í næstum at skifta til eina Print-on-Demand (POD) loysn til pappírs sjókort. Loysnin kemur í gildi 28-11-2025.  

POD merkir, at pappírskort ikki longur verða prentað í stórum nøgdum og goymd, men í staðin verða prentað, tá bílegging verður gjørd – altíð við teimum nýggjastu dagføringunum.  

Hvat merkir hetta fyri teg sum brúkara? 

Les meira her um hvar tú kann keypa pappírs sjókort.  

Nýggj útgáva ella dagførd utgáva? 

POD-loysnin við áhaldandi dagføringum verður sett í verk fyri øll sjókort, sum Umhvørvisstovan gevur út. Kort 81 verður útgivið sum nýggj útgáva, meðan hini føroysku sjókortini (Kort 82, 83, 84, 85 og 86) verða tøk, sum dagførdar útgávur av galdandi útgávu. 

Nýggja útgávan (ED3) av Kort 81 er tann fyrsta síðani 2017. Hetta verður sostatt fyrstu ferð, at tað verður givið út í nýggjari útgávu síðan Føroyar og Umhvørvisstovan tóku við sum sjókortsmyndugleiki í 2020. Kortið eitur ‘Føroyar’, og er eitt yvirsiglingarkort (transit chart á enskum) í lutfalli 1:200 000.  

Næsta ár verður sjókort 80, sum er ein føroysk-donsk samframleiðsla, eisini tøkt sum POD-kort. 

Nýggjar útgávur verða altíð kunngjørdar í Sjokortrættingum á www.us.fo, vanliga 6-8 vikur áðrenn útgávudagin. 

Kunngerðir