Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Prinsipielt kærumál avgjørt

Umhvørvisstovan hevur fulla heimild til at gera av, um kommunalar byggisamtyktir verða hildnar í sambandi við matrikulmál.

Hetta er ein av niðurstøðunum, eftir at Kærunevndin í lendismálum tann 27. januar 2009 hevur gjørt endaligan úrskurð í einum prinsipiellum kærumáli.

Kommunur fylgja ikki egnum byggisamtyktum
Ein tann størsti trupulleikin í matrikulerum málum er, at umsóknir ofta ikki eru í tráð við galdandi kommunalar byggisamtyktir. Matrikulerar broytingar skulu sambært § 20 í matrikullógini ummælast av avvarðandi kommunu. Men ofta gera kommunur ikki nóg nógv burturúr at kanna, um umsóknirnar eru í tráð við galdandi byggisamtyktir. Tí enda slík mál við at Umhvørvisstovan, við heimild í § 17 í matrikullógini, noktar at fremja tey orsakað av, at tey ikki eru í samsvar við galdandi byggisamtykt.

Kommunurnar hava ofta ilskast inn á Umhvørvisstovuna í slíkum málum og hildið uppá, at Umhvørvisstovan ikki skal blanda seg uppí, hvussu tær umsita sínar egnu byggisamtyktir. Men nú hevur kærunevndin í lendismálum gjørt av, at hetta hevur Umhvørvisstovan fullan rætt til.

Minni grundstykki enn byggisamtyktin loyvdi
Ítøkiliga kærumálið snúði seg um, at ein útstykking var framd, har grundstykkini vóru undir minstamarkinum í byggisamtyktini fyri grundstykkjastøddir. Húsini eru bygd, men Umhvørvisstovan noktaði kortini at fremja sundurbýtið til grundstykki. Mælt var kommununi til at fáa viðurskiftini í rættlag við at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið, og hesum tók kærunevndin undir við.

Gerið serstakar byggisamtyktir!
Petur Nielsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at hetta málið er ein áminning til kommunurnar um, at tær skulu halda sínar egnu byggisamtyktir, tá byggiloyvi verða givin. Er ætlanin at gera frávik frá almennu byggisamtyktini, skal hetta ikki gerast við at geva undantaksloyvi, men við eini serstakari byggisamtykt. Á henda hátt verða avgerðirnar í tílíkum málum nógv betri grundaðar, eins og grannarnir í økinum fáa væl betri møguleikar til at gera teirra áskoðan galdandi í tilgongdini í sambandi við serstakar byggisamtykir.

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Petur Nielsen, tlf. 342424, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.