Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Plantusølan á Gróðurstøðini í Miðhoydølum er byrjað.

Árliga plantusølan á Gróðurstøðini í Miðhoydølum er nú byrjað av álvara.

Staðsetingin er aftur hin sama, sum undan umbyggingararbeiðinum í 2012, og úrvalið er á leið hitt sama í vavi og fjølbroytni.

 

Víðkaðar avgreiðslutíðir eru í summar, og hesar verða lýstar á heimasíðuni og á serskildum uppslagið við inngongdina.

Eins og áður, verður høvuðsdenturin lagdur á at bjóða harðført og dygdargott plantutilfar, sum hóskar til serligu vakstrarlíkindini í Føroyum. Hóast landið er lítið, eru vakstrarlíkindini tó ógvuliga ymisk kring oyggjarnar, og hesum veruleika royna vit eftir besta førimuni at laga útboðið eftir. Harumframt hava vit eisini nakað at bjóða teimum, ið eru komin longur á leiðini at skapa lívd og sostatt hava møguleikar at royna meira krevjandi gróður.

 

Úr úrvalinum er vert at nevna serliga, at okkum hevur eydnast at ala væl av teirri leyvfellandi Nire-suðurbókini (Nothofagus antarctica), ið nú er tøk sum søluvøra. Úrvalið av Rhododendron sløgum er breitt í ár, og sum eina byrjan fara vit somuleiðis at kunna bjóða nakað av staudum og øðrum prýðisvøkstri. Høggspønir (flis) eru eisini til sølu. Hesar verða nógv nýttar at breiða í urtagarðinum til at bøta um jørðildið og at tálma loki, og tær eru eisini frálíkar at nýta sum stroyggj (struktur) til sankutøðini (kompost).