Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Plantupakkarnir fleiri enn nakrantíð

Alt fleiri kommunur vilja lata borgarunum plantupakkar, nú tað fer at vára. Einir 3000 plantupakkar eru umbidnir

Plantusølan heldur til á gróðurstøðini í Hoydølum

Freistin hjá kommunum at biðja um plantupakkar til í vár er farin. Undirtøkan tykist bara at vaksa. Einar 15 kommunur hava biðið Plantusøluna um plantupakkar til borgararnar hesaferð.

Fýra pakkar eru av velja ímillum. Talan er um smærri plantur í smápotti ella berróts plantur, ið eru umleið 20-60 cm høgar. Í pakkunum nr. 3 og 4 eru heldur størri og eldri plantur. Tískil eru tær ikki líka nógva sum í pakkunum nr. 1 og 2.

Kommunurnar avráða, nær tær lata borgarunum plantupakkarnar, men veðurlíkindini mugu vera í lagi. Tað er skilagott at bíða, til várlýkkan er komin í jørðina. Tað kann vera longu í apríl, ella kanska ikki fyrr enn einaferð í mai mánaði.

Áhugin vaksin øll árini
Tiltakið við plantupakkum var fyrstu ferð í Havn í 1992. Býargartnarin, Tóri í Hoyvík, hevði frætt um líknandi tiltøk í Jyllandi, og táverandi borgarstjórin, Poul Michelsen, loftaði hugskotinum í eini roynd at fáa plantað meira av trøum og runnum í Havnini. Fyrstu árini vórðu latnir 500 plantupakkar í Havn. Nú verða altso einir 3000 pakkar latnir borgarunum í einum 15 kommunum.