Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Píkar skulu kosta

Frá í dag, 1. mai, og fimm mánaðir fram, er ikki loyvt at koyra við píkum. Ongir píkar merkir minni slit á vegirnar, reinari luft og betri heilsu. Píkar kosta samfelagnum nógv, og tí átti tað at kosta at koyra við píkum.

Heilsulig árin av píkum
Bilar, sum koyra við píkadekkum, slíta vegirnar. Vegstøvið dálkar luftina og er skaðiligt hjá fólki at anda í seg. Kanningar vísa, at neyðugt er at minka nøgdina av partiklum í luftini so nógv sum gjørligt, tí sjálvt smáar nøgdir av partiklum í luftini hava skaðiliga ávirkan á heilsu okkara.

Tá færri koyra við píkum gerst luftin reinari og heilsustøðan eins og lívsgóðskan, batnar. Partiklar órógva andingarleiðina og eru orsøk til ymsar lungnasjúkur, so sum astma og kronisku lungasjúkuna KOL.  Færri sjúk fólk merkir eisini færri útreiðslur hjá heilsuverkinum.
Píkaavgjald er ein møguleiki
Ein háttur at minka um nýtsluna av píkadekkum er at seta serligt avgjald á píkadekk.
Endamálið við einum píkaavgjaldið er at fáa fólk at lata vera við at koyra óneyðugt við píkum. Tá verða tað einans tey, sum hava serligan tørv, sum koyra við píkum.
Tað skilagóða við einum slíkum píkaavgjaldi hevði verið, at tað eru tey, sum nýta píkadekk, sum gjalda fyri óneyðuga vegaslitið og øktu útreiðslurnar hjá heilsuverkinum.

Tí tekur Umhvørvisstovan undir við at seta í gildið eitt serligt nýtslugjald fyri píkadekk.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.


Leinkjur

Um dálking við partiklum, Danmarks Miljø Undersøgelser

Um avgjald á píkar í Norra

Um avgjald í Oslo kommunu