Pelagos umhvørvisgóðkent
Tann 28. januar 2015 fekk uppisjóvarvirkið hjá P/F Pelagos í Fuglafirði umhvørvisgóðkenning
Virkið hjá Pelagos P/F tekur ímóti heilum uppsjóvarfiski (makreli, sild, svartkjafti, lodnu og gulllaksi) frá skipum við kølitangum og kølibingjum. Virkið kann taka ímóti 1.200 tonsum av ráfiski um samdøgrið, og møguleikar eru at økja til 2.000 tons um samdøgrið.
Á virkinum verður fiskurin arbeiddur undan so hvørt hann kemur í land, antin hann verður frystur heilur ella skorin til flak. Heilur fiskur ella flak verða pakkað og fryst í blokk. Møguleiki er eisini fyri, at fløk verða avskipað fesk.
Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja og avmarka dálking av havi og luft og at fyribyrgja og avmarka heilsuskaðar og ampar av óljóði, royki, lukti o.ø.
Dentur er lagdur á, at virkið brúkar bestu tøku tøknina til framleiðslu og reinsing av útláti, og at virkið hevur innaneftirlit (umhvørvi) og mannagongdir til at fyribyrgja av óhappum.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 26. februar 2015.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo