P-talsváttan kemur ístaðin fyri p-talskortið
Frá 1. november 2015 broytir Landsfólkayvirlitið mannagongd soleiðis, at fyrrverandi p-talskortið verður skift út við eina p-talsváttan.
P-talsváttanin váttar, sum fyrrverandi p-talskortið, hvat p-tal viðkomandi persónur hevur. P-talsváttan verður sent, tá ið:
1. barn verður skrásett við navni í Landsfólkayvirlitininum,
2. navnabroyting verður skrásett í Landsfólkayvirlitininum,
3. persónur fyrstu ferð verður skrásettur sum fluttur til Føroya, ella
4. persónstalið verður broytt.
Sambært lógini um fólkayvirlit hava øll rætt til at venda sær til kommununa at fáa skjalváttan um sítt persónstal. Kostnaðurin er upp til 50 krónur.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna, telefon 342400 ella á us@us.fo.