P/F MEST í Runavík góðkent
Umhvørvisstovan hevur endurnýggjað og dagført umhvørvisgóðkenningina av smiðjuni hjá MEST í Runavík
Smiðjan hjá MEST i Runavík hevur síðan mai 2003 havt umhvørvisgóðkenning. Henda er nú dagførd og endurnýggjað.
Virksemið á smiðjuni umfatar framleiðslu av m.ø. útgerð til verksmiðjur, flakalinjur og transportbond úr rustfríðum stáli. Harafturat hevur MEST goymslu av ymiskum lutum og evnum.
Í umhvørvisgóðkennigini er serligur dentur lagdur á, at smiðjan ikki leiðir umhvørvisdálkandi evni út í umhvørvið, og at útlát av dusti o.ø. verður avmarkað mest møguligt.
- Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
- Almenna lýsingin av góðkenningini er her
- Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 29. mai 2014.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, málsviðgera á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo